Sigurð í Jákupsstovu tekniskur stjóri hjá Atlantic Petroleum

Atlantic Petroleum setti í gjár Sigurð í Jákupsstovu, stjóra á Jarðfeingi í farloyvi, í starv sum tekniskan stjóra við ábyrgd fyri framleiðslu- og leitingarvirksemi felagsins

- Vit eru sera fegin um at hava fingið Sigurð í Jákupsstovu aftur at starvast hjá okkum, tí við honum fáa vit meira tekniska vitan í felagið, sum fer at hjálpa okkum, nú vit seinni í ár fara undir framleiðslu og harvið koma í eina nýggja fasu, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.

Sigurð í Jákupsstovu hevur fyrr starvast hjá Atlantic Petroleum. Tað var tíðarskeiðið 2001 til 2003. Fyri ta tíð starvaðist hann hjá Maersk Oil and Gas frá 1994 til 1998.

Sigurð í Jákupsstovu er giftur við Gunnvør Balle, sum er føroyskur sendimaður í Íslandi, og hann hevur verið í farloyvi sum stjóri á Jarðfeingi síðani ársskiftið.