Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í oljumálum sigur, at hetta málið bleiv rættiliga aktuelt fríggjakvøldið í Degi og Viku og eftir tað eisini á Portalinum, sum umrøddu farloyvið hjá Jarðfengisstjóra, eftir at hann varð settur í starv hjá oljufelag. Norskur blaðstjóri á vinnuportali segði við D&V, at um ikki føroyski myndugleikin tók aftur farloyvið frá fyrrverandi Jarðfeingisstjóranum, so fór hetta at skaða trúvirðið hjá føroysku oljuumsitingini.
-Hetta er sjálvandi eitt mál vit í Fiski- og Tilfeingismálaráðnum hava arbeitt við, síðani at tað bleiv alment kent eisini fyri okkum, at Sigurð í Jákupsstovu varð settur í starv sum tekniskur stjóri í Atlantic Petroleum sigur landsstýrismaðurin.
Tvær síður
Hann vísir á, at tað eru tvær síður í málinum. Annað var at hann í farloyvistíðini hevði eina avtalu við Jarðfeingi um, at hann skuldi virka sum ráðgevi og hin parturin av málinum var tann, at hann frá Vinnumálaráðnum í 2007 fekk eitt farloyvi frá 1. november 2007 til 31. oktober í 2009 tvs. at hann í hesi tíðini hevði krav um at koma aftur sum stjóri í Jarðfeingi, og annars vóru ongar treytir lagdar við, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður og Arne Poulsen, aðalstjóri høvdu skrivað undir, tvs. at sum so stóð Sigurð í Jákupsstovu annars frítt í tí málinum, hvat hann annars ætlaði sær at gera í hesi tíðini.
-Men vit mettu beinanvegin, tá málið kom fram, sigur Tórbjørn Jacobsen víðari, at man mótmegis vinnuni í hesum førinum ikki kundi lata ein virkandi tekniskan stjóra í einum privatum oljufelag halda fram sum ráðgeva í tí almenna direktoratinum. So tann støðan var greið beinanvegin, fyrst munnliga og so bleiv tað sent skrivliga eisini til Jarðfeingi.
Viðvíkjandi farloyvinum var tað eitt mál vit kannaðu alt fyri eitt, tvs. avleiðingarnar av, at vit søgdu tað upp, um vit hildu at tað ikki var heppið, at hann framvegis hevði hetta farloyvi. Men áðrenn vit vóru komnir til málsenda, hvat tí viðvíkur, so fingu vit ein teldupost frá Sigurð sjálvum leygardagin um middagsleitið, har hann ógvuliga greitt boðaði frá, at hann segði farloyvi sítt sum stjóri á Jarðfeingi frá sær.
Lýsa starvið leyst
Landsstýrismaðurin vísir á, at tað eisini yvirskipað eru tað tvær síður í hesum málinum. Fyri tað fyrsta er tað eitt tekin um, at tann almenna fyrisitingin er ein stovnur, sum hevur stórt álit millum privat oljufeløg, tá man nú fer at rekrutera stjórar úr tí almenna sektorinum, og hinvegin er tað ógvuliga harmiligt fyri tann almenna myndugleikan at missa fólk úr tí betra endanum, men soleiðis er lívið nú einaferð, ein og hvør ræður sær sjálvum og sum vit siga, maður kemur í mans stað.
Nú Sigurð í Jákupsstovu hevur sagt farloyvi frá sær fer Fiski- og Tilfeingismálaráðið at senda út eina lýsing skjótast gjørligt, har søkt verður eftir einum nýggjum stjóra.
-Tað er ógvuliga týdningarmikið, nú løgtingið fyri kortum samtykti 3. útbjóðingarumfar, at vit hava ein stjóra, sum av sær sjálvum og í sínum egna starvi fær sett út í kortið, hvussu oljuvinnan frameftir skal skipast sigur landsstýrismaðurin, sum leggur aftrat, at Fiskimálaráðið fer so eisini at seta út í kortið reglar fyri, hvat eitt nú ein Jarðfeingisstjóri í farloyvi kann og ikki kann gera í farloyvistíðini.