Sigur fyri Obama og USA

Oddagrein:

Amerikanska Umboðsmannatingið samtykti fríggjadagin eitt tað mest umstrídda lógaruppskotið nakrantíð í amerikanskari politiskari søgu. Uppskotið um at veita øllum amerikonskum borgarum heilsutrygd varð samtykt við 220 móti 215 atkvøðum. Ein tepur sigur, tó at hetta var eitt avgerandi vegamót í royndunum hjá fleiri amerikonskum forsetum at fáa eina heilsutrygdarskipan samtykta.

Orðaskiftið um nýggja heilsureformin hevur fylt nógv í amerikanska samfelagnum í eina tíð. Mótstøðufólkini hava brúkt allar hugsandi metodur til at forða fyri uppskotinum og eru tey mest niðursetandi ókvæmisorðini, sum finnast, brúkt móti nýggja forsetanum Barack Obama, sum tó hevur staðið rimmarfastur um hetta uppskotið.

Fyrrverandi demokratiskir forsetar hava eisini havt almennu heilsutrygdina í sínum skjaldaramerki men hava verið noyddir til at gevast á hálvum gekki, tí undirtøka fekst ikki fyri einum slíkum uppskoti á tí politiska pallinum.

Hesaferð hevði Obama fólksins undirtøku, hóast mótstøðan hevur verið øgilig. Allur republikanski flokkurin í Umboðsmannatinginum við undantaki av einum tinglimi atkvøddi ímóti uppskotinum, og haraftrat vórðu 39 demokratar ímóti, men hetta var kortini ikki nóg mikið til at fella uppskotið.

Allar súður eru tó ikki syftar enn. Nú skal uppskotið fyri Senatið, har flokkarnir standa meira javnir. Men mett verður, at sigurin í Umboðsmannatinginum er eitt so týðandi vegamót, at tað skal nógv til fyri at steðga málinum, nú tað er komið so langt. Hinvegin skal eisini gerast stórt arbeiði til tess at fáa uppskotið víðari í politisku skipanini og loksins aftur til Hvítu Húsini, har Obama kann seta sína endaligu undirskrift á.

Í dag er støðan hjá milliónum av amerikanarum út av lagi vánalig, tá tað snýr seg um so grundleggjandi rættarviðurskifti sum heilsutrygd. Hevur tú ikki eina rímuliga inntøku og harvið møguleika fyri at tryggja teg og rinda fyri sjúkrahjálp, so er tú í veruleikanum á berum. Hóast stórur munur er á heilsutrygdarskipanum í okkara parti av heiminum og tí uppskoti, sum Obama nú stendur á odda fyri, so er hetta kortini ein stór broyting í tí annars konservativa USA.

Vit, sum eru so heppin at liva í Norðurlondum, ið hava heimsins bestu skipanir í so máta, kunnu so bara seta okkara álit á, at tað fer at eydnast Obama og hansara fólkum at bera uppskotið víðari á mál, soleiðis at vanligi amerikanarin kann kenna seg meira tryggan í gerandisdegnum.