Sigur er krav hjá VB

Ein dystur í Sunset kappingini hjá kvinnum verður á skránni í Vági sunnudagin.

Tá tekur VB á triðja plássi ímóti Kyndli, sum liggur á fjórða plássi. VB hevur havt takið á Kyndli í ár. Báðir dystirnir í grundspælinum eru endaðir við sigri til VB, so vágskvinnur mugu metast at vera favorittar í dystinum sunnudagin. Um VB ætlar at hava nakran møguleika at fanga Neistan og Stjørnuna aftur, so er ein sigur eitt krav í dystinum ímóti Kyndli. Hjá Kyndli verður ringt at fanga oddaliðini aftur, men vinna tær dystin í Vági, so leggja tær seg undir liðina á VB á triðja plássi.