Sigur er krav hjá Kyndli

Kyndil hevur ikki ráð at tapa dystin, tá teir taka ímóti H71 sunnudagin. Ætla teir sær í finaluna um meistaraheitið, so er sigur eitt krav hjá kyndilsmonnum

UPPTAKT

Kyndil fekk eina alt annað enn góða byrjan uppá landskappingina í bestu mansdeildini í hondbólti í ár, og stóran part av árinum hava teir eisini ligið og rótað í botninum. So við og við eru teir tó komnir fyri seg, og nú endaspælið er hálvrunnið, liggja teir brádliga og spæla við um eitt finalupláss.
Hjá hoyvíkingum hevur heldur ikki gingið so væl. Teir liggja niðast í bestu mansdeildini, men úrslitini hava slett ikki verið so galin. Fleiri feðir hava teir lopið hvøkk á oddaliðini, og við eitt sindur av hepni kundu teir eisini vunnið seinasta dystin ímóti Neistanum. Teir hava tó ikki tað stóra at spæla fyri. Møguleikin at røkka heiðursmerkjum er mest sum farin, men einki er at ivast í, at teir ætla at savna so nógv stig sum yvirhøvu møguligt.
Seinast liðini møttust, vunnu hoyvíkingar við tveimum málum, men einki er at ivast í, at Kyndil fer at leggja nógv fyri í teirra royndum at vinna henda dystin.