Sigur er krav hjá kollfirðingum

Um kollfirðingar ætla sær í FM-finaluna, so skulu teir helst vinna dystin á strandingum sunnudagin. Vinnur StÍF hinvegin dystin, so verður munurin f´rya stig, og so sær svart út hjá KÍF

Stríðið um seinasta plássið í FM-finaluni bleiv víðopið síðsta vikuskiftið, tá strandingar taptu fyri Kyndli. Nú eru bara tvey stig frá KÍF og Kyndli upp til StÍF á øðrum plássi, og tí sær alt út til at kunnu henda.
Hetta vikuskiftið kann kappingin um annað plássið gerast enn harðari. Sunnudagin tekur KÍF nevniliga ímóti StÍF, og vinna kollfirðingar dystin, so kunnu teir leggja seg undir liðina á StÍF á stigatalvuni.
Gongdin hjá KÍF hevur eisini verið avbera góð síðstu dystirnar. Enn hevur KÍF ikki roynt at tapt í endaspælinum, og av fyrstu fýra dystunum hava teir vunnið tveir og spælt tveir javnar.
Hjá StÍF hevur hinvegin ikki gingið so væl síðstu dystirnar. Teir hava gaman í fingið fýra stig í endaspælinum, men síðsta vikuskiftið vann Kyndil ein tryggan sigur á teimum inni á Skála, og hetta gav Kyndil nýggjar vónir um at røkka til FM-finaluna.
 
Fáa vit enn ein javnleik
KÍF og StÍF møttu hvørjum øðrum tvær ferðir í grundspælinum, og ikki kann sigast annað enn, at liðini vóru serstakliga samd.
Fyrri dysturin var í Kollafirði. Her leikaði javnt á at kalla allan vegin, og at enda samdust liðini eisini um javnleikin.
Eisini í seinna dystinum leikaði javnt á, men tá KÍF legði seg á odda við 10 sekundum eftir á klokkuni var okkurt, sum bendi á, at KÍF fór at vinna dystin. StÍF gjørdi tó skjótt av. Teir fóru í álop, og í seinasta sekundinum syrgdi Finnur Hansson fyri, at teir fingu javnleikin.
Sostatt eru báðir undanfarnu dystirnir millum hesi feløgini endaðir við javnleiki, og nú er spurningurin, um nakað av teimum fer at megna at bróta javnstøðuna.