Skála hevur bert fingið trý stig hetta kappingarárið, og eitt av hesum stigum varð ognað á heimavølli móti B36. Tískil má B36 læra av sínum mistøkum, tí einki annað enn ein sigur er nøktandi fyri greipuvinnararnar, um teir skulu gera seg galdandi í oddinum í ár.
Jens Kristian framvegis skaddur
Hjá B36 er landsliðsleikarin Jens Kristian Hansen framvegis skaddur, og verður verjuleikarin væntandi ikki klárur til dystin sunnudagin. Ungu leikararnir Tórólvur Poulsen og Ragnar Poulsen eru eisini ivasamir til dystin, men tað fer neyvan at broyta nógv uppá byrjunaruppstillingina hjá B36.
Hinvegin er miðvallarin Niels Joensen komin fyri seg eftir drúgvan skaða, og hevur hann ikki spælt ein 1. deildar dyst síðani tíðliga í landskappingini móti HB. Annars eru allir hinir B36 leikararnir tøkir, og m.a. spælir landsliðsleikarin Julian Johnsson sín fyrsta heimadyst í 1. deild í ár sunnudagin.
Lyklaleikarar ivasamir á Skála
Hjá Skála eru týdningarmiklir stuðulsspælarar ivasamir til dystin í Gundadali. Runavíkingurin Dánjal Hansen og sandoyingurin Kári Nielsen dragast báðir við skaða, og tískil er ógvuliga ivasamt, um teir vera við. Hóast allir aðrir eru tøkir, kann hetta gerast ein stórur missur hjá Skála.
Dysturin sunnudagin er ógvuliga týdningarmikil fyri bæði feløgini, tí bæði liðini hava harðliga brúk fyri stigum. B36 skal aftur hava samband við oddin , meðan Skála berjist fyri at yvirliva í bestu deildini.