Sigur Dávið Oddsson siga ósatt

Stjórin í bretska tjóðbankanum, Mervyn King, avsannar, at hann skal hava sagt við fyrrverandi íslendska seðlabankastjóran Dávið Oddsson, at tað var ikki neyðugt hjá íslendsku myndugleikunum at átaka sær skuldina hjá bankanum Icesave.

Stutt fyri jól kom ein bók út í Íslandi um bankaskrædlið. Í bókini skrivar høvundurin, Árni Mathiesen, millum annað, at bretski tjóðbankastjórnin hevði sagt við Dávið Oddsson, at tað var ikki skylda hjá íslendingum at átaka sær skuldarbindingarnar hjá Icesave.

Sambært bókini legði bretski tjóðbankastjórin afturat, at bretar fóru ikki at leggja trýst á íslendingar fyri at fáa teir at átaka sær skuldina hjá Icesave.

Fyri nøkrum døgum síðani váttaði Davíð Oddsson upplýsingarnar í bókini. Men fyrrakvøldið skrivaði bretska blaðið The Guardian, at bretski tjóðbankastjórin vísir aftur tí, sum hann verður endurgivin fyri at hava sagt.

Talsmaðurin hjá Mervyn King leggur afturat, at tjóðbankastjórin royndi í fleiri mánaðir at fáa íslendingar at skerja bankakervið.