Sigrun tvær framsýningar í Kina

Føroyska listakvinna luttekur á framsýning í heimsins fólkaríkasta landi.

Føroyska listakvinna Sigrun Gunnarsdóttir, sum áður fleiri ferðir hevur haft framsýningar í Japan, er í hesum døgum í heimsins fólkaríkasta landi, Kina, har hon skal luttaka á tveimum framsýningum.


Ferðin er komin í lag, tí listakvinna hevur fingið eina innbjóðing frá fyritøkuni TCG Nordica, ið skipar fyri tí einu framsýningini.


Tann fyrra framsýningin letur upp í dag í kinesiska býnum Kunming, meðan seinna framsýningin verður í Sunshine International Museum í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing.