Sigrun orkar ikki í kirkju á jólum í ár

- Tað keðiligasta í 2019 var, at eg noyddist at flyta til Danmarkar fyri at vera á transplantatiónslistanum til nýggj lungu, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp.

 

Keypir tú jólagávur?

- Ja, eg havi keypt nakrar.

Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu verða jólini hildin?

- Í ár haldi eg jól á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn. Jólini verða hildin saman við manni mínum og soni. Eisini koma verforeldrini og svágur niður at halda jól saman við okkum.

Sigrun Jóhansdóttir Bisp sigur, at hon ikki áður hevur hildið jól á sjúklingahotellinum, men hon væntar, at jólini nokk skulu gerast góð og hugnalig.

Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?

- At gerast mostur fyri aðru ferð.

Og hvat er tað keðiligasta?

- At eg varð noydd at flyta til Danmarkar fyri at vera á transplantatiónslistanum til nýggj lungu, sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Nú verða hesi jólini nakað øðrvísi enn vanligt, men eg haldi, tað er týdningarmikið at hugna sær saman við familjuni - eta góðan mat, slappa av og njóta friðin.

Sigrun Jóhansdóttir Bisp sigur, at tað hevur eisini týdning fyri hana at fara í kirkju á jólum, men tað orkar hon ikki á jólum í ár, sigur hon.