Sigrun Mohr stillar upp fyri Javnaðarflokkin

Sigrun Mohr hevur játt­að at vera valevni hjá Suð­ur­streym­oyar Javn­að­ar­fel­ag til bý­ráðsvalið í heyst.?

Til seinasta kommunuval still­­aði hon upp fyri Sjálv­stýr­­is­flokk­in. Hon fekk tá 314 at­kvøður av teimum 539 sum Sjálv­stýr­is­flokkurin í Suð­­u­r­streymoy fekk.?Hevði hon tá stillað upp fyri Javn­að­ar­flokkin – og fingið eins nógv­ar atkvøður, var hon vald sum nummar tvey á list­a­num.?

Sigurn Mohr sigur, at hon tók seg úr Sjálv­stýr­is­flokk­inum, tí henni dámdi ikki politikkin hjá flokkinum í sam­gonguni.

Hon hevur stóran áhuga fyri kommunalpolitikki og fer nú at royna, um hon kann koma í býráðið.??

Sigrun Mohr er mest kend fyri stóra ar­beiði, hon gjørdi við at stovna Alzheimerfelagið og tala sakina hjá al­zheim­ers­júkl­in­g­um og av­varð­andi teirra.