Herfyri Alzheimerfelagið hevði aðalfund, har eitt nú nevnd varð vald. Gestir á fundinum vóru Lisbeth Dahl og Jesper Langberg, sum høvdu høvðsleiklutirnar í donsku sjónvarpsrøðini ?Sommer? ? hann sum alzheimersjúklingur og hon sum avvarðandi
Ársaðalfundur Alzheimerfelagsins varð hildin leygardagin tann 5. apríl á Hotel Føroyum. M.a. var nevndarval á skránni. Tveir nevndarlimir fyri tey avvarðandi stóðu fyri vali: Siborg Arge, og Sigrún Mohr umframt Ernu Háberg, sjúkrarøktarfrøðing, fyri fakfólk. Siborg bar seg undan afturvali, og fyri hana varð Katrin Abrahamsen skotin upp og vald uttan annað uppskot. Sigrún og Erna vóru somuleiðis afturvaldar. Joan Árting, umboðandi tey avvarðandi, var afturvald til tiltakslim. Jonny Trúgvadóttir var afturvald til grannskoðara.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Sigrún Mohr er forkvinna,
Sofus Joensen heldur fram sum næstformaður,
Erna Háberg er skrivari,
Katrin Abrahamsen er kassameistari,
og Beinta Mohr er nevndarlimur. Varalimir eru Joan Árting og Unna Næs Petersen.
Eftir fundin var stuttur kaffisteðgur, áðrenn Sofus Joensen, psykiatari og næstformaður felagsins,
greiddi frá tí, ið hendir í heilanum í sambandi við demenssjúkur.
Síðan søgdu Lisbet Dahl og Jesper Langberg frá, hvussu tey fyrireikaðu seg til leiklutirnar í donsku røðini ?Sommer?, hann sum alzheimersjúklingur og hon sum avvarðandi. Hetta var skipað sum ein samrøða, har Birita Mohr tosaði við tey og setti teimum spurningar.
Samanumtikið er nevndin væl nøgd við tiltakið, ið var alment og fleiri enn 100 fólk vóru møtt.
Tey bæði, Lisbet Dahl og Jesper Langberg, vóru eisini sera fegin um dagarnar, tey vitjaðu her.
Ársfrágreiðingin liggur á heimasíðu felagsins www.alzheimer.fo