Tann árligi aðalfundurin hjá Alzheimerfelagnum varð hildin 25. apríl í auluni á Føroya Læraraskúla.
M. a. var nevndarval á skránni: ein nevndarlimur fyri tey avvarðandi, Kári Árting, stóð fyri vali. Hann bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð Siborg Arge skotin upp og vald uttan annað uppskot. Ein nevndarlimur umboðandi fakfólk, Erna Háberg, sjúkrarøktarfrøðingur, stóð fyri vali, og hon varð afturvald.
Joan Árting varð vald til tiltakslim at umboða tey avvarðandi.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis
Sigrún Mohr er formaður, Sofus Joensen heldur fram sum næstformaður, Erna Háberg er skrivari, Randi Absalonsen er kassameistari, og Siborg Arge, sum er nývald, er nevndarlimur,
Varalimir eru Joan Árting, sum er nývald, og Unna Næs Petersen.
Eftir fundin var stuttur kaffisteðgur, áðrenn leikurin »Svíkja vit Hannis« varð framførdur. Eini 100 fólk sóu leikin, og gekk alt tiltakið væl.
? Hesin leikurin og leikhátturin kann brúkast á arbeiðsplássum, og vóna bæði leikarar og vit í Alzheimerfelagnum, at starvsfólk innan heilsuverkið og onnur fara at taka hetta tilboðið og møguleikan til sín. Á henda hátt eru møguleikarnir at viðgera demenstrupulleikan uttan mark, bara hugflogið avmarkar. Nevnast kann, at demenssamskiparar í Havn hava tikið stig til at undirvísa starvsfólki tann 5. juni í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, og er avgjørt, at leikurin »Svíkja vit Hannis« verður framførdur tá. Hetta fegnast vit í nevndini um, sigur Alzheimerfelagið í tíðindaskrivi.