Sigrun Mikkelsen: Verjan var avgerandi

Sigrun Mikkelsen, sum hevur verið partur av venjaratoyminum hjá Neistanum undir allari tilgongdini, hevur bara rósandi orð at bera leikarum sínum.

- Liðið hevur verið saman í gott tvey ár nú, og tær hava verið svangar eftir at vinna. Tær hava verið øgiliga grammar undir venjing og hava havt FM sum eitt mál. Tær hava verið ágrýtnar og víst styrki undir venjingartilgongdini, sum hevur borið tær á mál, sigur Sigrun Mikkelsen.
Eins og nógv onnur vísa á, so metir Sigrun eisini, at verjan hevur havt ein avgerandi leiklut í hesum meistaraheitinum.
- Verjan hevur verið heilt avgerandi og Barbara Brauer er tann, sum hon er. Tað er ein samanseting av nógvum tingum. Tær hava verið arbeiðssamar og raskar, og málmenninir hava báðir eisini havt sín part, vísir hon á.
Hópurin hjá Neistanum varð raktur av einum venjaraskifti í januar, tá ið Birgir Hansen takkaði fyri seg og Kári Durhuus varð settur ístaðin.
- Tað var ein skelkur at byrja við, men vit kláraðu væl at standa saman um tað. Tey, sum vóru rundan um liðið, stóðu saman og arbeiddu víðari. Vit komu væl burturúr skiftinum, fingu ein nýggjan venjara og hann er komin nær inn í hópin, sigur Sigrun, sum eisini útpeikar sálarliga venjaran á liðnum sum ein av avgerandi liðunum í FM-heitinum.
- Vit hava havt Jóhonnu Andreassen sum sálarligan venjara. Hon hevur fingið savnað spælarararnar og fingið hvønn einstakan leikara at halda fokus. Hon fekk tær sterku síðurnar fram í leikarunum og gjørdi tær klárar til finaluna. Tær høvdu nervar, ja, men í tí stóra vóru tær ógvuliga klárar og úrslitini vísa, at vit høvdu fokus á rætta stað, sigur Sigrun Mikkelsen at enda.