Á Mentunarstevnuni í Sørvági, var fyrrapartin kunngjørt, at til Ársins Borgara í Sørvágs Kommunu í ár, er Sigrun Mikkelsen vald. Grundgevingin fyri at velja Sigrun, er hennara stóra arbeiði í sunnudagsskúlanum, barnakórinum, summarlegunum og eisini sum forkvinna í skúlastýrinum.
Sigrun er fødd í 1960, hon starvast í Føroya Banka, har hon byrjaði sum næmingur í 1977.