Sigrun sleit sínar barnaskógvar “uppi á Varða” ella á Heiðavegi í Havn. Tað var tá eitt nýtt og spennandi øki við nógvum børnum - so har var lív í.
Pápin var Leif Lamhauge úr Lamba (doyði í nov. 2005), og mamman er Súsanna W. Lamhauge úr Smiðustovu í Havn. Sigrun eigur trý systkin, Sigurd, sum býr í Havn og tvær systrar í Danmark, Marjun og Margit.
Sigrun fór á húsarhaldsskúla í Vejle í 1974, og afurkomin fór hon í skrivstovulæru hjá grannskoðarafyritøkuni “Sundstein & Ellefsen” í Havn. Í 1975 giftist hon við Eivindi av Reyni. Sigrun hevur verið góður stuðul hjá manninum í menningini av virkinum p/f Reyni Service, og hevur hon sett síni fingramerki á fyritøkuna. Ja hon var eisini fremst í leiðsluni eitt stutt skifti, tá ið kreppan leikaði harðast á fyrst í 90-unum.
Sigrun og Eivind eiga fýra børn, Leif, Sigrid, Sámal og Christina.
Sigrun og familian hava haft ein serligan tokka til Hetland, har tey hava ferðast nærum á hvørjum ári síðan fyrst í 80-unum. Tey vóru eisini við, tá ið barnalegurnar byrjaðu har í 1994.
Sigrun og Eivind hava haft sína dagligu gongd í Ebenezer í mong ár, men tá ið brøður ynsktu at byrja eina brøðrasamkomu í vesturbýnum, gjørdu tey av at savnast har við vón um at kunna verða við til at stuðla nýstovnaðu samkomuna við Marknagil.
Sigrun er burturstødd føðingardagin.