Lesur tú føroyskar bøkur?
- Mær dámar væl at lesa siðsøguligar bøkur og skaldsøgur um gamlar og kanska truplar dagar.
Tað sigur Sigrún Halldórsdóttir Brend, sum er eitt kent andlit í KvF.
Hvørjar bøkur lesur tú?
- Eg lesi Føroyingasøgu, ævisøgur og skaldsøgur - og sjáldan nútímans bókmentir.
Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?
- Eg havi fleiri bøkur: Høgtíðir og veitsluhald á vetri (Robert Joensen), Føroyingasøga (Heðin Brú og Rikard Long), Seyður og seyðahald (Olav Schneider) – og so ein donsk, Færöske folkesag og eventyr (Jakob Jakobsen).
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Ja – ella kanska gávukort til bókhandil. Men tvass, tað er stuttligt at fáa eina bók, sum gevarin hevur valt mær. Tað er nakað serligt, men tað er eitt gávukort eisini, sigur Sigrún Halldórsdóttir Brend.