Palli Joensen er ikki longur partur av venjaratoyminum hjá Neista-kvinnum, sum í morgin skulu spæla fyrstu av tveimum ella trimum FM-finalum móti grannunum úr Kyndli.
Um páskirnar hevur ljóðað, at broytingar vóru ávegis í venjaratoyminum, sum í vetur hevur verið sett saman av Flemming Raben og Palla Joensen. Jógvan Højgaard, sum er talsmaður fyri kvinnubólkin hjá Neistanum, váttar í kvøld, at broytingar eru gjørdar í venjaratoyminum, men hann vísir annars til tíðindaskriv, sum Neistin fer at senda út í kvøld.
Hvørjar broytingarnar verða, vil Jógvan Højgaard ikki siga, men tað ljóðar fyri vist, at tað verður Sigrun Mikkelsen, sum saman við Flemming Raben fer at hava ábyrgdina av Neista-kvinnunum.
Sigrun var í nógv ár ein av berandi spælarunum hjá Neistanum, og síðani hevur hon í fleiri umførum verið partur av toyminum kring liðið.
Fyrsta finalan millum tey bæði havnarfeløgini verður í morgin klokkan 18.30.