Sum vit nevndu í seinastu viku, so vóru Katrin Olsen og Sigrid Svartá við í bátinum hjá Danmark, sum á fyrsta sinni vann seg fram til HM-finaluna í kappróðri fyri fýrarar.
Finalan í hesum varð rógvin sunnudagin, og her gjørdist danski báturin nummar seks av teimum seks bátunum, sum vóru í finaluni.
Hóast tær soleiðis endaðu á aftasta plássinum í finaluni, so tóktust tær báðar væl nøgdar, tá Útvarpið fekk fatur á teimum sunnudagin, og tað kunnu tær sum so eisini vera. Tí hóast talan ikki gjørdist um heiðursmerki, so eru tær nú millum tær seks bestu manningarnar í heiminum, og tað skuldi verið løgið, um tær báðar ikki eisini ætla sær at royna at betra um hetta komandi árini.