Tað gjørdist 10 ára gamla Sigrið Leivsdóttir úr Kollafirði, sum vann finaluna í ?Stava rætt? kappingini í Norðurlandahúsinum í gjár
Seinastu vikurnar hava børn úr øllum landinum roynt seg í kapping um, hvør dugir best at stava.
Í gjár var so stóra finalan í Norðurlandahúsinum.
Tá avtornaði gjørdist tað ein av yngstu luttakararnum í kappingini, 10 ára gamla Sigrið Leivsdóttir úr Kollafirði, sum vann høvuðsvinningin á 25.000 krónur í harðari kapping við 25 onnur børn.
Tann knáa gentan úr Kollafirði kappaðist í endaumfarinum við 12 ára gamla Sigmund í Garði av Strondum og 11 ára gomlu Katrin Kamban úr Hoyvík.
Í allari kappingini hava luttakararnir fingið orð at stava, men í endaumfarinum í gjár skuldu tey trý finna tilsamans 42 villur í 14 tekstum, sum vórðu lisnir upp og vístir á stórskíggja.
Spenningurin var stórur, meðan tey trý dystaðust, og fleiri ferðir rungaðu lógvabrestirnir frá teimum 250-300 áskoðarunum, tí ferð eftir ferð svaraðu tey rætt.
Tá ið avtornaði, kundi verturin, Jonna Fritsdóttir Mortensen, avdúka, at Sigrið Leivsdóttir hevði funnið 36 av teimum 42 villunum, sum dómararnir, Bergur Rasmussen og Malan Eyðunsdóttir, vildu hava tey trý at finna.
Sigmund í Garði fann 33 villur og fekk 3.000 kr fyri at enda á øðrum plássi. Katrin Kamban fann 32 villur og vann 2.000 kr. fyri triðja pláss.
350 ung í aldrinum 10 til 12 ár hava verið við í stavikappingini, sum Føroya Banki hevur skipað fyri í sambandi við, at bankin hevur fingið nýtt barna- og ungdómskonsept.
Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, handaði teimum trimum vinningarnar.
Les meir í Sosialinum í dag.