Fløgan ?Nordic Soul? kemur í sølubúðirnar seinnapartin. Nýggja fløgan hjá Sigrey - alias Sigrið Rasmussen - sum nevnist ?Nordic Soul? kemur í sølubúðirnar seinnapartin.
Á fløguni eru átta sangir, sum kunnu nevnast Popp/R&B/Soul, og er sostatt talan um eina ógvuliga fjølbroytta fløgu.
Sigrið hevur sjálvt gjørt øll átta løgini. Tekstirnir eru allir á enskum. Sigrið sjálv, Lena Andersen, Lloyd Antonio Garrett, Brett Bakshis hava skriva tekstirnar.
Produseri hevur verið Gunnar G. Guttesen, ljóðblandað hevur Kristoffur Mørkøre. Mastrað hevur ?Masterdisc? (N.Y.) - Howie Weinberg.
Gunnar G. Guttesen stendur fyri øllum tónleikinum. Hjátónleikarar eru Rúni Bæk (Violin), Johan Krarup (Cello), Jens Balslev (Bratch) og Scott Levine (Rap Interlude).
Sigrið Rasmussen er væl nøgd við ?Nordic Soul?, og gleðir seg til at skulu framføra sangir frá fløguni í nærmastu framtíð. Útgávukonsert verður ætlandi fyrst í komandi ári.
Fløgan kostar 169 krónur, og hon verður at fáa á teimum vanligu sølustøðunum. Til ber eisini at keypa fløguna á www.sigrey.com.