Sigrar til tvey føroyingalið í bestu donsku hondbóltsdeildini

Nykøbing Falster og Randers vunnu í kvøld

Hetta gjørdist eitt gott umfar fyri føroysku landsliðsleikararnar í bestu kvinnudeildini í hondbólti í Danmark.

 

Í kvøld vann liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster stórsigur 38-26 á Skanderborg á útivølli. Í steðginum var Nykøbing Falster á odda 18-9.

 

Cecilie Greve vardi málið hjá Nykøbing Falster størsta partin av tíðini, men Annika slapp eisini upp í part. Annika bjargaði eina av seks málroyndum tá hon var á vøllinum.

 

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Randers vunnu á heimavølli tepran 27-26 sigur á Ikast. Randers var á odda 16-14 í steðginum.

 

Pernille skoraði tvey mál fyri Randers í kvøld.

 

Ígjárakvøldi vann liðið hjá Súnu K. Hansen, Lív S. Poulsen og Rakul Wardum, Ajax ein minniligan 19-15 (13-12) sigur á stórfavorittunum, Team Esbjerg á útivølli.

 

Sostatt vunnu øll føroyingaliðini í bestu deildini í hesum umfarinum. 

 

Leygardagin klokkan 12 tekur Ajax móti Viborg á heimavølli. Leygardagin klokkan 14.30 spælir Randers á útivølli móti Århus United, og leygarkvøldið klokkan 18.30 tekur Nykøbing Falster móti Ringkøbing á heimavølli.