Mikkjal vann flottan sigur á útivølli - Gullbrandur og Rógvi vunnu eisini

Tað bleiv til tríggjar sigrar og ein javnleik hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag

Mikkjal Thomassen fekk eina góða byrjan í sínum fyrsta kappingardysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Liðið sum Mikkjal er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad vann á útivølli ein rimmar 1-0 sigur á Kristiansand, ið saman við Start Kristiansund er millum fremstu favorittarnar hjá veddingarfyritøkunum at vinna næstbestu norsku fótbóltsdeildina.

 

Håvard Aasheim skoraði sigursmálið fyri Fredrikstad tá fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Jóannes Bjartalíð var ikki við á liðnum hjá Fredrikstad í dag, men væntað verður, at hann er á gáttini til at vera klárur at tørna út fyri Fredrikstad.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin fyri Sandnes ULF, ið vann stórsigur 4-1 á Skeid á heimavølli. 

 

Martin Ramsland legði Sandnes á odda tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum. Bert tríggjar minuttir seinni javnaði Skeid til 1-1. Men tveir minuttir aftaná fekk Skeid ein leikara vístan av vøllinum. Hetta dugdi Sandnes at gagnnýta í seinna hálvleiki.

 

Tá 64 minuttir vóru leiktir legði Anders Hiim Sandnes á odda 2-1, og bert tveir minuttir seinni økti Matthias Moldskred til 3-1. Tommy Høiland staðfesti sigurin við at skora til 4-1 tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Meinhard E. Olsen leikti allan dystin fyri Mjøndalen, ið á heimavølli leikti 0-0 móti Åsane. Mjøndalen var favorittur undan dystinum, og tí er talan um eitt vónbrot fyri Meinhard og liðfelagarnir. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk Meinhard eitt gult kort.

 

Rógvi Baldvinsson slapp á vøllin seinasta korterið, og Noah Mneney fekk tíverri onga spælitíð, tá liðið hjá teimum, Bryne á heimavølli vann 2-1 á Kongsvinger. 

 

Mikkjal kann fegnast um ein flottan sigur á einum av favorittunum til at vinna deildina á útivølli. Gullbrandur kann fegnast um fulla spælitíð og ein stórsigur, meðan tað er eitt sindur blanda hjá Meinhardi. Hjá føroyingunum í Bryne ber til at fegnast um sigurin á Kongsvinger, men soltna spælitíðin er at harmast um. 

 

Komandi fríggjakvøld spæla Gullbrandur og liðfelagarnir í Sandnes á útivølli móti Sogndal. Sama kvøld spælir Bryne á útivølli móti Ranheim. 

 

Komandi leygardag tekur liðið hjá Mikkjali, Fredrikstad móti Moss á heimavølli í einum dysti, har Fredrikstad sambært veddingarfyritøkunum er favorittur. Sama dag hava Meinhard og liðfelagarnir í Mjøndalen torføran útidyst móti Kongsvinger. 

 

Hjá veddingarfyritøkunum er Fredrikstad saman við Jerv triðhægsti favoritturin at vinna deildina. Bert Kristiansund og Start Kristiansand hava lægri odds upp á at vinna deildina.

 

Veddingarfyritøkurnar hava Mjøndalen at enda á einum áttanda plássi, og Sandnes ULF at enda á einum 10. plássi. Veddingarfyritøkurnar hava Bryne at enda á einum ellinta plássi. Sambært veddingarfyritøkunum skuldi ikki verið vandi fyri, at nakað føroyingalið flytur niður í triðbestu deildina. 

 

16 lið eru í OBOS-liguni. Spældir vera 30 dystir, 15 heima og 15 úti. Tvey tvey ovastu liðini flyta beinleiðis upp í bestu deildina, meðan liðini sum enda millum triðja og sætta plássið spæla Play Off dystir um rættin at flyta upp í bestu deildina. Tvey tey niðastu liðini flyta niður í triðbestu deildina, og tað triðaftasta liðið spælir Play Off dystir um at sleppa undan niðurflyting.