Sigrar til liðini hjá Adrian og Mattias

Hillerød hevur vunnið niðara endaspælið, og Fredericia kann enn røkka triðja plássinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Tað gjørdist eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld. 

 

Í ovara endaspælinum hendi tað gleðiliga, at landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge var aftur á vøllinum aftaná eina skaðafráveru í nakrar vikur.

 

Mattias og liðfelagarnir í Fredericia vunnu stórsigur 4-1 á Vendsyssel á útivølli. Mattias hevði tríggjar bjargingar í dystinum, sambært hagtølunum.

 

Anders Dahl legði Fredericia á odda beint undan steðginum, og í 61. og í 65 minutti øktu Eskild Dall og Lundrim Hetemi til 2-0 og 3-0. 

 

Vendsyssel pyntaði um úrslitið tá 81 minuttir vóru leiktir, men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Patrick Egelund til 4-1.

 

Fredericia er nummar fýra í ovara endaspælinum við 47 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri lokala arvafíggindan, Kolding sum hevur 48 stig.

 

Í síðsta umfarinum sunnudagin 2. juni tekur Fredericia móti Hobro á heimavølli. Vinnur Fredericia tann dystin og Kolding snávar móti oddaliðnum, Sønderjyske á útivølli endar Fredericia triðovast.

 

Adrian Justinussen var á vøllinum í 83 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Hillerød vunnu á heimavølli 2-0 á AC Horsens. Tá tríggir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki legði Adrian upp til fyrra málið, ið Solomon Opoku skoraði. Adam Ahmad økti til 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Úrslitið merkir, at Hillerød hevur vunnið niðara endaspælið. Hillerød er fremst við 46 stigum. AC Horsens er næstfremst við 42 stigum og kann ikki røkka Hillerød á fremsta plássinum.

 

Hillerød spælir seinasta dystin hetta kappingarárið á útivølli móti B93 komandi leygardag 1. juni.