Tveir dystir hava verið í Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum í hondbólti. Kyndil og VÍF vunnu tryggar sigrar á ávikavist VB og H71.
Kyndil vann í Havn 29-19 á VB, eftir at hava veirð á odda 16-8 í hálvleikinum. Turið Arge Samuelsen og Irena Dam vóru toppskjúttar hjá Kyndli við átta málum í part. Danjela Mistric bleiv toppskjútti hjá VB við seks málum.
Í Vestmanna vann VÍF 33-13 á H71, sum hevur lið í næstbestu deildini. Stóra søgan í dystinum er nokk, at bert 15 ára gamla Maria Weyhe skoraði ikki færri enn 11 av teimum 13 málunum hjá H71. Agnas Olsen skoraði tíggju mál fyri VÍF.
Coca-Cola steypakappingini hjá kvinnum:
Bólkur 2:
Kyndil - VB 29-19 (16-8)
VÍF – H71 33-13 (17-7)










