Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í dag, og eydnaðist tað øllum trimum at vinna.
Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ komu á sigursslóðina aftur við 29-26 heimasigri á Midtjyllandi. Í steðginum var Midtjylland á odda 14-13.
Við sigrinum er HØJ aftur fremst í deildini við 34 stigum fyri 18 dystir.
Tað eydnaðist Boga Hansen, Janusi Dam Djurhuus, Leivi Mortensen og liðfeløgunum í FIF at vinna 35-29 á Rækker Mølle á heimavølli á Frederiksberg. FIF var á odda 18-12 í steðginum. Bogi var noteraður fyri tvey mál.
Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu eisini 35-29 í dag. Teir vunnu á útivølli á Roskilde. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn frammanfyri 19-16.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
|---|---|---|---|
| 1 | HØJ | 18 | 34 |
| 2 | Aarhus HC | 19 | 33 |
| 3 | Skive | 19 | 31 |
| 4 | HC Midtjylland | 19 | 24 |
| 5 | Lemvig-Thyborøn | 18 | 23 |
| 6 | Tønder | 19 | 20 |
| 7 | FIF | 19 | 16 |
| 8 | Rækker Mølle | 19 | 16 |
| 9 | Team Sydhavsøerne | 19 | 15 |
| 10 | Norddjurs | 19 | 14 |
| 11 | HC Odense | 18 | 13 |
| 12 | Odder | 18 | 11 |
| 13 | Faaborg | 19 | 8 |
| 14 | Roskilde | 19 | 4 |











