KÍF spældi ikki við fullari ferð í høllini í Hoyvík í gjár, men tað tekur ikki nakað frá hoyvíkingur, sum megnaðu at reisa seg eftir lemjandi ósigurin í fyrru hálvfinaluni.
Sermerkt fyri dystin var, at Bogdan Florea skoraði tíggju mál. Hann er helst týdningarmiklasti spælarin á H71 liðnum, men hevur verið óstøðugur í sínum spæli í seinastuni. Hann hevur havt ein skaða í rygginum, og í steypadystinum í farnu viku skoraði hann bara tvey mál. Bæði upp á brotskast.
Hóast vónin um at spæla nakra steypafinalu er burtur, so kemur óvia væl við, at Bogdan nú sær út til at verða komin fyri seg.
Gestirnir úr Kollafirði, sum skiftu nógv út, fóru annars á odda allan fyrra hálvleik. Støðan í hálvleikinum var 15-12 til KÍF. Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði H71, men so var KÍF eitt fet frammanfyri til tíggju minuttir vóru eftir. Tá avgjørdi H71 dystin, hóast Bogdan Florea fekk eina útvísing fýra minuttir fyri tíð.
Rógvi Sørensen avgjørdi dystin í seinasta minuttinum við tveimum málum. Endaliga úrslitið varð 27-25.
Neistin gjørdi sítt
Neistin er eftirbátur í mun til H71, Kyndil, VÍF og StÍF, sum øll kempa fyri at koma í FM finalurnar. Neistin hevði um vikuskiftið vitjan av Team Klaksvík, sum framvegis ikki hevur fingið nakað stig.
Gestirnir úr Klaksvík megnaðu at fylgja væl við í fyrra hálvleiki, men taptu dystin tíðliga í seinna hálvleiki, tá Neisitin sett ferðina upp og kom á odda við níggju málum.
Tað endaði við, at Neistin vann 31-21. Terji Mørk og Teitur Magnusson vórðu toppskjúttar hjá heimaliðnum, meðan Sámal á Tjaldrafløtti Olsen varð toppskjútti hjá Team Klaksvík við sjey málum. Sámal hevur skotið sætt flest mál í føroysku kappingini í ár. 79 mál hevur hann skotið. Tað eru bara tjúgu færri enn Filip Jojic úr VÍF, sum ligur ovast við 99 málum.