Sigrar til Froch og Ward

Super Six er eitt slag av Champions League kapping innan boksing, sum skal enda við einari finalu komandi ár.

 

Fyribils er komið fram til semifinalurnar, sum verða komandi vár.

 

Danski Mikkel Kessler var við í kappingini, men mátti geva avboð, tá ein skaði í eyganum gjørdi, at hann kundi blíva blindur, um hann heldur fram at boksa fyribils.

 

Í gjárkvøldið hittust Carl Froch og Artur Abrahams í Super Six kappingini. Dysturin varð boksaður í Helsinki, at tað vísti seg beinanvegin, at hartsláandi týskarin, Artur Abrahams ongan møguleika hevði móti vælboksandi Froch. Hann vann dystin við dómaraavkvøðunum 3-0, 120-109, 120-108 og 120-108.

 

Í einum øðrum dysti ? ikki í Super Six ? boksaði Super Six boksarin Andre Ward móti Sakio Bika. Bika er frá Cameroun, men boksar fyri Australia. Teir dystaðust um WBA-beltið, sum Ward vann frá Kessler fyrr í ár.

 

Men um Ward hevði roknað við einum løttum dysti, so tók hann stórliga feil. Bika gav honum ein skarpan gang øll 12 umførini, men kortini var Andre Ward omaná og varðveitt heitið.

 

Hálvfinalurnar í Super Six verða boksaðar í mars komandi ár, og har møtast Andre Ward og Artus Abrahams, meðan Carl Froch møtir Glenn Johnson.