Fleiri venjingardystir fyri landslið hava í kvøld verið leiktir.
Fyri flestu fótbóltsáhugaðu føroyingar, eru tað tey bæði londini, Danmark og Ongland, sum hava størst áhuga.
Tey vóru eisini bæði í dysti, og felags fyri tey bæði liðini var, at tey taptu sínar dystir.
Danmark spældi á útivølli móti Skotlandi, í einum dysti sum skotar vunnu 1-0. Einsamalla málið hjá Skotlandi skeyt Bournemouth leikarin, Matt Ritchie, í fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist sostatt ikki dønum at byggja á góða sigurin ímóti Íslandi skírishósdag, tá liðið annars spældi sannførandi.
Onglandi tapti á heimavølli 2-1 móti Holland, eftir at Ongland annars hevði verið á odda 1-0. Maðurin sum legði Ongland á odda 1-0 í dystinum var sjálvandi Jamie Vardy, sum eisini skoraði mál í útidystinum móti Týsklandi í farnu viku.
Málið var tó ikki nokk, tí í seinna hálvleiki syrgdu Vincent Janssen og Luciano Narsingh fyri at Holland vann dystin 2-1.
Av øðrum áhugaverdum dystum, vunnu Týskland 4-1 móti Italia, Portugal 2-1 móti Belgia og Frakland 4-2 móti Russlandi.
Eisini vóru fleiri norðurlond í dysti í kvøld. Noreg og Finnland møttust í innanhýsis dysti, sum endaði 2-0 til Noreg, meðan Svøríki spældi 1-1 javnleik móti Kekkia.









