Tríggir ungir og evnaríkir føroyskir leikarar spældu í dag dyst fyri eykaliðini hjá ávíkavíst FCK, Silkeborg og AaB.
Leikararnir, ið talan er um, eru Brandur H. Olsen úr FCK, Betuel Hansen úr Silkeborg, og Gilli Sørensen, ið spælir við AaB.
Av teimum føroysku leikarunum hava Gilli Sørensen og Brandur H. Olsen longu fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti. Gilli var í farnu undankapping liðskipari á føroyska U-21 landsliðnum, meðan Brandur H. Olsen telist millum stóru profilarnar á føroyska a-landsliðnum. Seinasti leikarin, Betuel Hansen, er kortsíðani av álvara er komin fyri seg aftur, eftir langtíðarskaða, og hevur eisini eyðsýnd evni.
Í dystinum millum Silkeborg og FCK, har Brandur H, Olsen og Betuel Hansen møttust, vunnu Betuel og sínir liðfelagar úr Silkborg dystin 2-0. Brandur H. Olsen spældi allan dystin á miðvøllinum hjá FCK, meðan Betuel Hansen varð innskiftur, tá gott og væl ein hálvur tími var eftir av dystinum.
Í Randers spældi Gilli Sørensen dyst við eykaliðnum hjá AaB. AaB vann á útivølli 3-2 móti Randers, og Gilli Sørensen spældi allar 90 minuttirnar á høgra bakki hjá AaB.