Sigrar og ósigrar

Jenis av Rana hevur í 17 ár verið landspolitikari, og hann hevur sum allir aðrir politikarar upplivað politiskar sigrar og ósigrar.

Hvør er tín størsti politiski sigur?

- Tað mann vera, at vit fingu avtikið einkarættin á loftmiðlaøkinum, so vit kundu fáa Guds orð út í himmalrúmið. Tað var eitt drúgt stríð, men tað lukkaðist. Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at vit stovnaðu Miðflokkinum og fóru upp í politikk. Eg eri eisini glaður fyri at hava virka fyri, at Løgtingsins Umboðsmaður gjørdist veruleiki, og at vit nú hava javnsett øll børn í Føroyum, so at foreldur kunnu verða heima hjá teimum fyrsta sjúkradagin við løn.


Hvør er tín størsti ósigur?

- Eg meti tað sum ein ósigur, at eg ikki havi fingið gjørt meira við spurningin um fosturtøku. Talið á fosturtøkum í Føroyum er minkað seinnu árini, men vit eiga at tryggja, at øll børn hava rætt at verða fødd. Men stríðið hjá okkum í hesum máli heldur fram.


Hvat vilt tú, at øll skulu vita um teg?

- Um tey so einki annað vita um meg, so vil eg, at tey skulu vita, at eg elski Jesus.