Sigrar og mál til Hákun og Vilhelm í bundesliguni

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt taptu toppdystin móti Magdeburg

Sunnudagurin gjørdist ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í týsku bundesliguni í hondbólti.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á heimavølli ein sannførandi 34-27 sigur á Rhein-Neckar Löwen í Max Schmelling høllini í Berlin. Í steðginum var støðan 18-13 til Füchse Berlin.

 

Hákun fekk møguleikan í dag, og hann skoraði upp á teir báðar málmøguleikarnar hann fekk.

 

Füchse Berlin er fremst í deildini við 10 stigum fyri seks dystir.

 

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á útivølli á 27-22 á Potsdam. Í fyrra hálvleiki var heimaliðið væl við, og í steðginum var støðan javnleikur 10-10. 

 

Vilhelm fekk ein málmøguleika, og hann gagnnýtti hann.

 

Hannover-Burgdorf er triðfremst í deildini við 10 stigum, sama stigatali sum Füchse Berlin og Melsungen, men við verri málúrtøku.

 

Jóhan á Plógv Hansen skoraði tvey mál, tá hann og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt á heimavølli ígjár taptu 27-29 (13-17) fyri verandi meistarunum, Magdeburg.

 

Flensburg er fjórðfremst í deildini við níggju stigum fyri seks dystir. 

 

THW Kiel uttan ein skaddan Elias Ellefsen á Skipagøtu vann á útivølli 31-25 (14-11) á Hamburg.

 

Kiel er nummar seks í deildini við átta stigum fyri seks dystir.