Ósigraðir í trý ár

Triðbesta mansliðið hjá VÍF hevur vunnið 2. deild í ár, og teir hava ikki tapt ein dyst í hesi deildini í samfull trý ár

Veteranarnir hjá VÍF eru uttan iva millum mest sigursvandu lið í føroyskum ítrótti. Flestu teirra hava verið við til at vinna hópatals FM-heiti í manshondbólti, og tó at ferðin í dag er meira rólig, so er vinnaraviljin enn tann sami. Soleiðis vann liðið aftur í ár kappingina í trið bestu mansdeildini, og triðja árið í slag fór liðið ósigrað gjøgnum kappingina. Tí er einki at siga til, at sigursrómurin var stórur, tá teir fyri tveimum vikum síðani kundu staðfesta støðuna sum sterkastu veteranarnir í landinum við sigri á Team Klaksvík, sum tó fekk eitt blómutyssi við sær á leiðini upp í fyrstu deild.