1. mai fer Sigrún Brend úr Sjónvarpinum og oman í Eik Banka, har hon millum annað skal gera sjónvarp á heimasíðuni.
Í fyrstu atløgu er talan um farloyvi úr Kringvarpinum upp á hálvt ár við møguleika fyri at leingja til eitt ár.
Sjálv vil Sigrún Brend ikki gera tær stóru viðmerkingarnar til nýggja starvið, men tekur skemtandi til:
- Hetta er fyrsta starvið hjá mær í privata vinnulívinum, síðani eg sum 16 ára gomul stóð í pylsuvógninum hjá Emily á keiini í Havn.
Sambært Ólavi Jensen, sølu- og marknaðaleiðara í Eik, verður arbeiðið hjá Sigrún Brend fyrst og fremst at gera sjónvarp á heimasíðuni hjá Eik og dótturfeløgum.
- Annars verður tað samskifti sum heild bæði úteftir og inneftir í fyritøkuni, ið hon kemur at arbeiða við, sigur Ólavur Jensen.
At hon er eitt kent andlit, hevur havt sína ávirkan á, at tað er júst henni, Eik er farin eftir. Hetta váttar Ólavur Jensen. Starvið er nevniliga ikki lýst leyst.
Sostatt er talan um, at Eik hevur headhuntað Sigrún Brend til nýggja starvið.