Sigoynaratónleikur átti sítt stóra pláss á ársins G!, við ikki færri enn tveimum framførslum frá Amsterdam Klezmer Band og okkara egna Dánjali, ið átti sítt pláss á stóra pallinum fríggjakvøldið beint eftir klokkan átta.
Vánaligt veður
Veðrið var pent sagt vánaligt, men hóast hetta vóru rættiliga fitt av fólki komin saman á sandinum, tá Dánjal settist við keyboardi mitt á pallinum. Við sær hevði Dánjal ikki færri enn sjey tónleikarar, allir útlendskir uttan Angelika Nielsen, ið spældi violin. Mandolinleikaran Kim Rafael Nyberg kenna nógv av okkum eisini úr Afenginn, ið átti eina frálíka framførslu á G! fyri nøkrum árum síðan.
Festligur tónleikur
Tað var trupult ikki at vagga við, og gloyma keðiliga veðrið hesa løtuna saman við Dánjal og hansara deiligu tónleikarum. Tað er fantastiskt at síggja ein so stóran bólk, ið kortini tykist at hava so stóra spæligleði. Tey hava spælt 50 konsertir saman síðan fløguútgávuna, og hetta hoyrdist eisini, tí tey spældu veruliga væl.
Eg skal viðganga, at eg kenni lítið til tónleikin hjá Dánjali. Eg havi verið á konsert hjá honum einaferð áður, og havi hoyrt okkurt í útvarpinum, men kortini bleiv eg fangaður av stemninginum og fínu løgunum. Konsertin var stutt sagt ordiliga festlig.