Sum liður í útbúgving síni sum goymslukvinna innan bilbranchuna ger 21 ára gamla Signhild Wolles úr Havn, sum er í læru á eykalutagoymsluni hjá D.B. Bilum, longu nú høvuðsuppgávuna, sum hon skal verja á Mommark Handelskostskole í august. Lærutíðin er úti í desember 2004
Signhild Wolles fór í læru hjá D.B. Bilum, sum goymslukvinna innan bilbranchuna, 3. desember 2001. Lærutíðin er tilsamans trý ár. Hesa tíðina skal hon tríggjar ferðir í tvær vikur á Mommark Handelskostskole í Suðurjútlandi, nærhendis Sønderborg, har hon umframt vanliga skúlan eisini hevur nakrar vallærugreinar sum t.d. logostik og space-manegment.
Endaliga próvtøkan verður í august. Uppgávan hjá Signhild gongur út upp á, at hon skal gera eina ritgerð um marknaðarføring av eysturríksku Banner akkumulatorum, sum tey umboða.
Banner fyritøkan byrjaði í 1937, og er hon millum tríggjar teir størstu akkumulatorframleiðararnar í heiminum. Millum annað vóru Banner teir fyrstu, ið gjørdu turrbattaríir. Har umframt framleiða teir eisini universalbattaríir við fýra polum, sum ger tað møguligt við einans 5 battarímodellum, at nøkta tørvin til heili 900 ymisk bilsløg. Við hesum nýskapandi akkumolatorsniði spara vit goymslupláss, men vit kunnu framvegis útvega viðskiftisfólki okkara tað bestu hjálpina, sigur Signhild.
Lærumeistari hennara er Carsten Ottosen hjá D.B. Bilum.
Signhild er dóttir Elsu og Karl Wolles í Havn.