Signhild er ættað úr Norðragøtu, dóttir Sámal Petur og Jóhannu Malenu Hansen. Tey vóru nýggju systkin, av teimum er Signhild elst. Tey nýggju systkini vóru Signhild, Elinborg, Mildrid, Hanus, Egil, Áslak, Líggjas, Annika og Sverri. Av teimum eru bara fýra eftir á lívi, tey eru Signhild, Hanus, Áslak og Sverri.
Signhild Giftist til Fuglafjarðar við John Thomsen. Tey fingu trý børn, Jákup, giftur við Marin og eiga tey 4 børn. Jón, ið er ógiftur og Ninu, ið er gift við Nikláa og eiga tey tríggjar synir. Jákup og Jón búgva báðir í Fuglafirði, meðan Nina er flutt til Saltangará. Afturat hevur hon 7 ommubørn og ein langommu son.
Signhild byrjaði ikki at arbeiða úti fyrrenn hon var um 40 ár. Áðrenn var hon heima og passaði hús og heim, meðan John var til skips.
Vit børnini hava nýtt mangar góðar løtur saman við ommu, og ynskja henni hjartaliga til lukku við føðingardegnum.
Føðingardagurin verður hildin leygardagin, 11. september, hjá dóttrini í Saltangará.










