Signhild setir stevnuna

Tað verður nýggi býráðslimurin í Klaksvíkar býráði, Signhild V. Johannesen, sum fer at seta Norðoyastevnuna í ár

Upprunaliga stóð í skránni, at Gunvá við Keldu skuldi seta stevnuna, men hetta er nú rættað til, at Signhild V. Johannesen, sum umboðar Javnaðarflokkin í býráðnum, skal seta stevnuna. Hon er úr Klaksvík, men býr á Trøllanesi, sum er blivið partur av Klaksvíkar kommunu.
Setanin av Norðoyastevnuni verður í Vágstúni fríggjakvøldið kl. 19.30. Í sambandi við setanina spælir Klaksvíkar Hornorkestur.