Signhild lærdi til sjúkrasystir á Dr. Alexandrines hospital í Havn í 1946. Hon var tá 20 ára gomul, og arbeiddi hon har í nógv ár.
Í 1966 fór hon niður at taka eftirútbúgving í psykiatri, fyri at taka við sum deildarleiðari á tí nýggju psykiatrisku deildini í Havn, sum lat upp í 1969. Hon var við til at starta psykiatrisku deild saman við Árna Olsen, psykiatara, og Thordis av Skarði læknaskrivara. Har umframt vóru eisini aðrar sjúkrasystrar og pleygarar á deildini.
Í 1972 fór táverandi yvirsjúkrasystir Anna Maria Brandt frá, og tá tók Signhild yvir sum yvirsjúkrasystir, inntil hon fór frá í mars 1996, 70 ára gomul.
Signhild er fødd í Kollafirði í 1926. Foreldrini vóru Claudia og Bernard Thomsen. Pápin doyði, tá hon var 1 ára gomul, og av tí tey vóru 9 systkin, vaks hon upp hjá Annu og Tummas Egholm í Hvalvík.
Signhild giftist í 1952 við Símun Johannesen úr Leirvík (1926-1989). Tey fingu eina dóttir, Torgerð. Ommubørnini eru tvey í tali, Barbara og Símun. Og eitt langommubarn ið eitur Durita.
Signhild verður burturstødd á føðingardegnum.










