Signera bøkur í SMS í dag

Eins og undanfarin ár eru nógvar føroyskar bøkur komnar út til jóla – og ein nýggj føroysk bók er eisini ein hent jólagáva.

Tískil skipar Rit & Rák í SMS í dag fyri, at ymsir rithøvundar støkka inn á gólvið og sita eina løtu og signera bøkur, sum fólk keypa.

Í dag ber soleiðis til at hitta fleiri av rithøvundunum í Rit & Rák.

Fyrstur verður Óli Jacobsen, sum fer at signara sína bók, »Havið tók teir«, millum klokkan 13 og 14.

Næstur honum verður tað Sonne Smith, sum fer at signera »Søguna um Indianararnar«. Hann verður har millum klokkan 14 og 15.

Klokkan 15 til 16 verður tað Heri Mohr, sum hevur skrivað sera áhugaverdar endurminningar um at vaksa upp í Havn og um starvið, hann hevði á Gjaldstovuni, har hann tey síðstu árini var stjóri. Heri Mohr er komin væl upp í áttatiárini, og veit tí væl meira enn tey flestu um tað, sum fyrifórst – ikki minst í Havnini, men eisini í almenna embætisverkinum.

Millum klokkan 16 og 17 verður tað Petur Jacob Sigvardsen, sum signerar »Hin heimurin 3«. Líka vist, sum at jólini nærkast á hvørjum ári er tað, at ein nýggj bók kemur frá Petur Jacobi Sigvardsen, sum eitt nú hevur skrivað bókarøðina um Torvið og um heimbygdina Gjógv.

Síðstur í røðinií dag verður journalisturin á Dimmalætting, Georg L. Petersen, sum hevur skrivað bókina »Føroyngur í kriggi« eftir eina vitjan í krígsherjaða Afganistan saman saman við sjónvarpinum.

Menst seldur bøkur í síðust viku sambært Rit & Rák:

1) Havið tók teir

2) Tey sóu reytt

3) Skakandi tilburðir 6

4) Leif Sørensen

5) Føroyingar í kríggi

6) Skipalistin 2012

7) Brahmadellarnir

8) Tey bæði trúfesti og fulkomin friður

9) Endurminningar

10) Hin Heimurin 3

Og barnabøkur:

1) Hin klóka æðan

2) Hann sjálvur Emil

3) Omma Blomma Abbi Krabbi

4) Veiða vind

5) Karius og Baktus

6) Fólk og dólgar í Kardamummubýnum

7) Lítli kettlingurin

8) Barnarímur

9) Dúút! Dúút!

10) Stóra ævintýrbókin