Signe havt fyrstu venjingina

Mikudagin hevði nýggi venjarin hjá kvinnum, Signe Pries Andersen sína fyrstu venjing sum føroyskur landsliðsvenjari, skrivar Fótbóltssambandið

Signe Pries Andersen er nýggjur venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum - Mynd: Bjarni Enghamar

Mikudagin hevði nýggi venjarin hjá kvinnum, Signe Pries Andersen sína fyrstu venjing sum føroyskur landsliðsvenjari, skrivar Fótbóltssambandið. Fyrireikingarnar til komandi UEFA Nations League kapping hjá kvinnum, sum byrjar um ein stóran mánað, eru so smátt farnar í gongd, og mikudagin hevði nýggi landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen sínar fyrstu venjingar við føroyska hópinum.

 

Sum spælari hevur Signe Pries Andersen umboðað donsku feløgini Vejle BK, SønderjyskE, Brøndby IF og Kolding Q, og hon hevur eitt nú vunnið fimm donsk meistaraheiti og spælt fjórðingsfinalur og hálvfinalur í UEFA Champions League við Brøndby IF fyrst í 10’unum.

 

Útbúgvingarliga tekur hon í løtuni UEFA Pro-venjaraprógv, umframt at hon hevur kandidatútbúgving í ítrótti og heilsu við sergrein í kapping og úrvalsítrótti.

 

28 spælarar vóru boðsendar til tær báðar venjingarnar, sum vóru á Tórsvølli mikudagin. Undan fyrru venjingini nýtti nýggi venjarin at heilsa upp á spælararnar, og tosað varð um tær avbjóðingar, ið standa fyri framman í hesum árinum.

 

Hópurin:

 

Margit Kwao, 07 Vestur

 

Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)

 

Judith E. Hansdóttir, B36

 

Olga Kristina Hansen, B36

 

Valborg Østerø, B36

 

Sarita Petersen, EBS/Skála

 

Jensa Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q (Danmark)

 

Mona Rasmusdóttir, FC Thy – Thisted Q (Danmark)

 

Monika Biskopstø, HB

 

Rúna Jacobsen, HB

 

Sarita Maria Mittfoss, HB

 

Ása Stórá Carlsen, HB

 

Sunneva Willemoes, HB

 

Rebekka Benbakoura, KÍ

 

Birita Ryan, KÍ

 

Sanna Svarvadal, KÍ

 

Eyðvør Klakstein, KÍ

 

Tóra Mohr, KÍ

 

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ

 

Óluva A. Joensen, KÍ

 

Malena Olsen, KÍ

 

Loa Samulsen, KÍ

 

Maria V. Johansen, KÍ

 

Heidi Sevdal, NSÍ

 

Sara Samson Laumhauge, NSÍ

 

Rúna Olsen, NSÍ

 

Lena Olsen, NSÍ

 

Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

 

Í komandi UEFA Nations League kapping eru Føroyar í bólki C3, saman við Montenegro, Kýpros og Aserbadjan.

 

Skráin:

 

Fríggjadagin 22. sept. Føroyar – Montenegro

 

Týsdagin 26. sept. Kýpros – Føroyar

 

Fríggjadagin 27. okt. Føroyar – Aserbadjan

 

Týsdagin 31. okt. Føroyar – Kýpros

 

Fríggjadagin 1. des. Montenegro – Føroyar

 

Týsdagin 5. des. Aserbadjan – Føroyar

 

##ms##

 

Signe Pries Andersen er nýggjur venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum - Mynd: Bjarni Enghamar