Signar í Homrum verður við á Summar Festivalinum í august.
Hann er kendur sum sangari í rockbólkinum Kjølum, men seinasta árið hevur hann av álvara gjørt vart við seg sum solistur.
Signar í Homrum hevur verið virkin í føroyska tónleikalívi síðani seint í 80unum, tá hann hevði fyrstu almennu framførsluna á føstulávintstiltaki í Kollafirði. Í 1990unum gjørdist hann landskendur sum sangari í bólinum Kjølar, sum hevði fleiri hitt tað tíðarskeiðið. Seinastu árini hevur hann saman við øðrum havt bólkin Rox, sum hevur verið sera virkin.
Í fjør gav Signar í Homrum út sína fyrstu fløgu. Á fløguni vóru fimm sangir, og fleiri teirra hava verið stór hitt. Signar var millum mest spældu føroysku tónleikararnar í fjør, og sangir sum Tað er gott at elska, Mín Skattur og Sorgblídni standa eftir sum verulig hitt av fyrstu útgávuni hjá honum.
Á Summar Festivalinum í august fer Signar í Homrum at hava framførslu saman við bólki. Signar fer millum annað at tríva í kendu sangirnar av solofløguni og onkran av gomlum sangunum hjá Kjølum.