Signar Strøm til arbeiðis øll jólini

- Tað besta, sum er hent fyri meg, er, at eg tók stigið til at gerast sjálvstøðugur vinnurekandi, sigur Signar Strøm.

 

Keypir tú jólagávur?

- Eg eri helst ein av teimum 98 prosentunum av teimum giftu monnunum, sum hevur eina jólagávu at keypa.

Tað sigur Signar Strøm í Trongisvági.

Hvussu hava jólini verið hildin?

- Av tí, at eg eri úr Vági og havi mína familju har og konan er úr Trongisvági og hennara familja er har‚ so skiftast vit annaðhvørt ár at vera í Vági og Trongisvági.

Hann sigur, at tey í ár vóru í Vági, og har vóru tey í kirkju jólaaftan. Eftir kirkjugongdina ótu tey skerpikjøt úr ovninum, og síðan pakkaðu tey gávurnar upp.

- Jóladag bjóðaðu verforeldrini til døgurða, og her var øll familjan hjá konuni til jólahugna. 2. jóladag veit eg bara, at eg skal hava fiskafrikadellur at eta, sigur Signar Strøm brosandi.

Hann vísir á, at hann faktiskt skal arbeiða øll jólini.

Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?

- Tað besta, sum er hent  fyri meg, er, at eg tók stig til at gerast sjálvstøðugur vinnurekandi við at stovna eftirlitsfyritøkuna, VAKA.

Og hvat er tað keðiligasta?

- Tað er faktiskt einki keðiligt, sum rennur mær í hug, sigur hann.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

- Jólini hava stóran týdning fyri meg. Hetta er ein gleðistíð, har vit gleða okkum um, hvat hendi fyri stívliga 2000 árum síðan - og vit geða okkum so sanniliga eisini til at hugna okkum saman sum familja, sigur Signar Strøm.