Ein av best umtóktu føroysku tónleikarunum kann upplivast í danska høvuðsstaðnum í kvøld.
Signar í Homrum spælir á Skarv í Keypmannahavn, og saman við honum spælir John Johansen. Gamla føroyska hugnastaðið liggur í Pilestrædet mitt í miðbýnum í Keypmannahavn.
Signar á Homrum fer at spæla kendar sangir, sum hann hevur útgivið, og fer at tríva í onkur tøkuløg.











