Átta nøvn skulu standa á endaliga uppstillingarlistanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoynni. Í løtuni eru níggju nøvn í uppskoti. Teirra millum eru Signar á Brúnni og Hans Tausen Olsen.
Tórbjørn Jacobsen er eisini millum tey níggju nøvnini, men hann hevur sagt, at um Hans Tausen Olsen verður á endaliga listanum, so vil hann ikki vera við.
Tórbjørn Jacobsen hevur brúkt sum frágreiðing, at tað ikki er vanligt at hava tveir persónar úr somu kommunu. Men hesum vísir Signar á Brúnni aftur:
- Tað er ikki nøkur siðvenja hjá okkum um, at fleiri úr einari kommunu ikki kunnu vera á listanum. Við seinasta val stillaðu tvey upp úr Fuglafirði og áður hava eisini tvey valevni verið úr Runavík, sigur Signar á Brúnni.
Tórbjørn broytti siðvenjuna
Eisini Hans Tausen Olsen vísur aftur, at tað er siðvenja at bara ein skal vera úr somu kommunu. Tvørturímóti sigur Hans Tausen Olsen, at tað júst var Tórbjørn Jacobsen, sum í 1998 breyt ta siðvenjuna.
- Í 1998 var eg uppstillaður, sum tingmaður og tá kom júst Tórbjørn Jacobsen eisini á listan við tí grundgeving, at tað var gott við kapping á listanum, sigur Hans Tausen Olsen.
Tórbjørn Jacobsen hevur onga viðmerking til hesa greinina.
Hans Tausen Olsen dugur heldur ikki at síggja, at tað hevði nakran týdning fyri atkvøðtalið hjá teimum báðum, um báðir stillaðu upp.
- Vit liggja ikki eftir somu atkvøðum. Eg havi higartil fingið umleið 150 atkvøður og tað kann gott vera at onkur av teimum ikki hevði komið til Tjoðveldisflokkinum, um eg ikki stillaði upp, sigur Hans Tausen Olsen.
Tórbjørn Jacobsen fekk við seinasta løgtingsval 448 atkvøður.
Helst fyrimunur við fleiri
Signar á Brúnni hugsar seg leingi um, tá hann verður spurdur um, tað hevði verið ein fyrimunur fyri Tjóðveldisflokkin um bæði Hans Tausen Olsen og Tórbjørn Jacobsen stillaðu upp.
- Tað er trupult at siga. Møguliga hevði tað givið nakrar eykaatkvøður. Jú tað hevði helst verið ein fyrimunur, sigur Signar á Brúnni.
Signar á Brúnni hevur verið sera atfinningarsamur móti Tjóðveldisflokkinum, síðani ann noyddist at leggja frá sær sum landsstýrismaður í mentamálum og ikki fekk starvið aftur, eftir at ein kanningarstjóri fríkendi Signar á Brúnni.
Tórbjørn Jacobsen var varamaður hjá Signari á Brúnni, og tá Signar á Brúnni kom aftur í Tingið á várið 2000 gjørdist Tórbjørn Jacobsen landsstýrismaður í mentamálum.
Seinasta løgtingsval stillaðu hvørki Signar á Brúnni ella Hasn Tausen Olsen upp. Tá gjørdist Tórbjørn Jaocsen stóri atkvøðuslúkarin. Til valið 1998 var Tórbjørn Jacobsen næstur á listanum við 232 atkvøðum móti 286 til Signar á Brúnni.