Signar P. Dam vardi 14. desember sína MSc ritgerð við heitinum "Behaviour of Atlantic salmon (Salmo salar) in production cages at exposed locations: Effects of waves and current á Marinbiologisk Sektion". Verjan fór fram í Helsingør í Danmark, sum er deild undir Keypmannarhavnar Universiteti, stytt KU.
- Arbeiðið við serritgerðini hevur verið skipað sum eitt samstarv millum KU og Fiskaaling, og eru umfatandi mátingar framdar á alibrúkinum hjá Luna í Miðvági við sera góðari hjálp og hollum stuðli frá starvsfólkunum hjá Luna og Bergi Andreassen frá felagnum Faroesea.
Tað veit Fiskaaling at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at amerikanska felagið RDInstruments stuðlaði við láni av teirra nýggjastu tøkni innan streym-og aldumátara. Canadiska felagið VEMCO vísti eisini vælvild við útgerð til at máta dýpi og svimjiaktivitet hjá fiski.
- Peter Østergård, fiskadjóralækni, veitti eina hjálpandi hond við at seta mátiútgerðina á tveir fiskar. Vegleiðarar í samband við serritgerðina hjá Signari P. Dam hava verið John Fleng Steffensen, professari á KU, og Øystein Patursson og Knud Simonsen á Fiskaaling, veit stovnurin at siga í dag.