Signar og ROX í Mentanarhúsinum

Mentanarhúsið í Fuglafirði er 2. jólakvøld karmur um dans við kanska Føroya best umtókta dansibólki ROX, við Signar í Homrum á odda.

Mentanarhúsið í Fuglafirði er 2. jólakvøld karmur um dans við kanska Føroya best umtókta dansibólki ROX, við Signar í Homrum á odda.

Úr mentanarhúsinunum verður sagt, at 2. jólakvøld altíð telsit millum stóru kvøldini á árinum, og at tey í ár hava valt at biðið Signar komið við bólki sínum.

Á Summarfestivalinum spældi Signar eitt brak av einari konsert, tá hann og bólkurin áttu stóru uppgávuna at spæla beint aftan á Kim Larsen. Hetta var gjørt til UG, og fólk sungu og rokkaðu við til ríka sangskattin, ið Signar hevur latið úr hondum.

Dyrnar lata upp kl. 23.30 og lata aftur kl. 03.45.