Ikki kann hugsast, at Signar á Brúnni heldur, at hann eigur at leggja frá sær við tí grundgeving, at hann útvegaði Sjónvarpinum pening, so Sjónvarpið kláraði at gjalda starvsfólkunum løn fyri juli mánað í fjør. Tá hetta fór fram síðsta summar, segði landsstýrismaðurin, at landsstýrið hevði skyldu at gjalda starvsfólkum í almennum starvi løn, og at tað var tað, sum hann gjørdi, eftir at hava ráðført seg við sínar embætismenn. Og millum embætismenninar eru bæði løgfrøðingar og fíggjarfrøðingar.
Men taka vit niðurstøðuna hjá løgtingsgrannskoðarunum, so eru tey átta punktini ein lemjandi atfinning, sum ikki kann fara aftur við borðinum. Og so er spurningurin, um tað er nóg mikið við einum nefsi ella átalu. Ella um atfinningarnar eru so grovar, at løgmaður heldur, at Signar á Brúnni ikki eigur at halda fram í landsstýrinum. Tað er óivað tann avgerandi spurningurin, tá hesar reglur verða skrivaðar.
Hinvegin, avger Signar á Brúnni at fara sjálvboðin, ella um løgmaður avger at loysa hann úr starvi, so skal fyri at gera myndina meiri fullfíggjaða eisini sigast, at tað kann eisini setast spurnartekin við avgerðir ella vantandi avgerðir hjá øðrum landsstýrisfólkum. T. d. varð harðliga funnist at Finnboga Arge í samband við málið um landsverkfrøðingin, Henning Jacobsen. Spurnartekin er eisini sett við rættleikan í framferðini hjá Helenu Dam á Neystabø í samband við sparingar á Landssjúkrahúsinum, tá Jákup Mørkøre varð sagdur úr starvi.
Tá alt hetta er sagt, skal kortini leggjast afturat, at tað skerst ikki burtur, at politiskt óveður hevur verið um Signar á Brúnni ein stóran part av hesum valskeiði. Hann hevur havt trupulleikar við fólkaskúlanum. Neyðugt varð við eykajáttan, tí talið av flokkum gjørdist óvæntað stórt, men tá avtornaði vaks flokstalið kortini bara ein part av metingunum. Trupulleikar hava verið við studentaskúlanum. Málið um Múrin í Kirkjubø er ikki loyst. Landsstýrismaðurin kom ikki væl frá málinum um kirkjulógirnar og fekk beinleiðis misálitsváttan frá samgonguni. Og at enda er fólkaskúlin kastaður út í ein arbeiðssteðg, sum vit kundu verið sloppin undan, um Undirvísingar- og mentamálastýrið og Fíggjarmálastýrið høvdu dugað at tosað seg til rættis um kostnaðin fyri nýggju fólkaskúlalógina. Tí er kanska spurningurin, um Tjóðveldisflokkurin ikki heldur, at onkur eigur at loysa Signar á Brúnni av í landsstýrinum, so friður fæst í hesum avgerandi tíðarskeiði.