Alt fleiri tíðindi seinastum samdøgurini benda á, at tað eru tær yngru kreftirnar í Tjóðveldisflokkinum, sum vildu hava Signar á Brúnni frá sum landsstýrismann. Og so kunnu vit spyrja hví? Vilja tær yngru kreftirnar hava alt valdið, ella vilja tey hava ein fullkomiliga óplettaðan Tjóðveldisflokk, nú fullveldið er fyri framman?
Tíðindi ígjár og fyrradagin vildu vera við, at landsstýrið sum so vildi ikki, at Signar á Brúnni legði frá sær sum landsstýrismaður, hóast einstakir landsstýrismenn einki høvdu ímóti, at Sigar á Brúnni fór niðan á Hoyvíksvegin at pakka skjøl og pappír niður í kassar.
Tað kann hugsast, at orsøkin til, at landsstýrismenn ikki vilja hava, at Signar á Brúnni verður koyrdur frá ella fer frá sjálvboðin er hon, at fleiri landsstýrismenn hava lík í lastini. Tann nýggja frágreiðingin hjá landsgrannskoðaranum er jú rættiliga avdúkandi fyri fleiri landsstýrismenn.
M. a. verður staðfest í frágreiðingini, at til almannamál vórðu 30 milliónir krónur brúktar meiri enn játtan var til. Talan var eisini um lógarbundnar útreiðslur, men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vildi, sambært frágreiðingini ikki seta peningin á eina eykajáttanarlóg. Hvussu meirnýtslan síðani er legaliserað er enn ógreitt.
Somuleiðis visti neyvan nakar av, at Landsverkfrøðingurin brúkti átta milliónir meiri enn heimild var fyri í 1998, men hinvegin var kent, at Strandferðslan hevði eina stóra meirnýtslu í 1998, og fekk pening úr gjaldføri landskassans.
Tað var taða sama sum hendi viðvíkjandi sjónvarpinum. Landsstýrismaðurin útvegaði SVF pening úr gjaldørinum hjá landskassanum eftir leiðbeing frá embætismonnum í Fíggjarmálastýrinum og Undirvísingar- og mentamálastýrinum. Hetta var kortini eftir, at fíggjarnevndin hevði noktað fyri at viðgjørt eina umsókn um eykajáttan.
Ein grundgeving hjá Tjóðveldisflokkinum at fáa landsstýrismannin settan frá var, at landsgrannskoðarin sigur, at stýrisskipanarlógin er brotin.
So er spurningurin, um hinar atfinningarnar og viðmerkingarnar hjá landsgrannskoðaranum eisini benda á, at stýrisskipnarlógin er brotin í teimum førunum? Ella um ein stovnur og landsstýrismaður bara kunnu lata standa til og lata stovn yvirtrekka og ikki halda játtanina. Tí eftir støðuni ígjár at døma, er spurningurin um tað fær avleiðingar.