TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hugfarsliga og lívliga prátið Tróndur Arge og Barbara Holm høvdu í beinleiðis sending á Rás2 frá summarfestivalinum, har tey prátaðu við trubadurin, Signar í Homrum.
Signar er ikki í iva um, at konsertin hjá Lucas Graham hóskvøldið á summarfestivalinum er tann besta nakrantíð í Føroyum. Sjálvur er hann eisini fegin og rørdur um undirtøkuna hann fekk frá fjøldini, tá hann var á palli við sínum bólki á summarfestivalinum ígjárakvøldi.